UARTIC VÍSIR VEG FYRI VINNUFERÐAVINNU Í FØROYUM
Dagfesting | 26. juni 2026
UArctic Congress 2026 er størsta ráðstevna, sum nakrantíð er hildin í Føroyum. Við 1.400 luttakarum og eini fyribils meting, sum vísir, at umleið 30 milliónir krónur liggja eftir í útflutningsvirði, hevur ráðstevnan staðfest, at altjóða ráðstevnur eru ein týðandi partur av føroysku ferðavinnuni.
UArctic Congress vísir, at Føroyar kunnu hýsa stórum altjóða ráðstevnum
- Beinir Johannesen, løgmaður
Á Visit Faroe Islands arbeiða vit miðvíst við at menna Føroyar sum vinnuferðamál. Vit ynskja at fáa altjóða fundir, virkisferðir, ráðstevnur og størri tiltøk til Føroyar. UArctic Congress 2026 er eitt greitt dømi um, hvat hetta arbeiðið kann føra við sær.
– Vit á Visit Faroe Islands vilja fegin ynskja Fróðskaparsetri Føroya hjartaliga til lukku við ráðstevnuni, sum var eitt megnaravrik, sigur Annleyg Lamhauge, leiðari fyri vinnuferðavinnu á Visit Faroe Islands. Umframt at styrkja vísindalig samstørv og altjóða netverk, skapa ráðstevnur stór búskaparlig virði og geva Føroyum ein serstakan møguleika at vísa seg fram fyri heiminum.
Ráðstevnan var hildin í nýggju høllini við Tjarnir, sum hevur verið eitt nýbrot fyri vinnuferðavinnu í Føroyum. Við høllini ber nú til at hýsa munandi størri altjóða tiltøkum, og fleiri liggja fyri framman, m.a. EM í darti. UArctic hevur víst, at føroyska ferðavinnan til fulnar megnar at lyfta slíkum stórum tiltøkum.
Gistingarstøð, matstovur, flutningsfyritøkur, útferðarfyriskiparar, handlar og aðrir veitarar merktu týðiliga økta virksemið. Nógvir luttakarar valdu eisini at leingja ferðina við nøkrum døgum fyri at uppliva Føroyar áðrenn ella eftir ráðstevnuna.
– UArctic Congress vísir, at Føroyar kunnu hýsa stórum altjóða ráðstevnum, sum eisini hevur týdning út um sjálva ráðstevnuna, tí gestirnir skapa virksemi og inntøkur kring alt landið. Samstundis styrkja vit okkara altjóða sambond og okkara støðu sum eitt virkið arktiskt land, sigur løgmaður, Beinir Johannesen.
Føroyskar delikatessir til staðar
Skapar arbeiði og millióna inntøkur
– Tá vit fáa altjóða ráðstevnur sum UArctic til Føroya, skapa vit virði á fleiri stigum samstundis. Vit styrkja okkara granskingar- og útbúgvingarsamstarv, men vit skapa eisini arbeiði og inntøkur hjá føroyskum fyritøkum og geva okkara mentan ein altjóða pall. Tað er ein íløga í bæði vitan, vinnu og samfelag, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni.
Fyribils meting vísir, at umleið 30 milliónir krónur liggja eftir í útflutningsvirði
UArctic Congress 2026 hevur sostatt ikki bara verið ein stór ráðstevna. Hon hevur verið eitt týðiligt prógv um, at Føroyar hava góðar fortreytir at menna vinnuferðavinnu og draga fleiri altjóða ráðstevnur og tiltøk til landið.