FERÐAVINNUBRANDIÐ FØROYAR
Endamálið við brandinum er at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland standa sterkari og blíva meira sjónligar.
Felags brandið var eitt av týdningarmiklastu lykla orðunum til framgongd, tá avgerð var tikin um at Føroyar skuldu hava eitt felags ferðavinnubrand, sum øll marknaðarføring av Føroyum skuldi taka útgangs støði í. Føroyar skuldu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki høvdu ein greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ferð eftir ferð. Ferðavinnubrandið varð avdúkað á stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum
í 2013, har eisini fyrsti branding filmurin varð frumsýndur. Brandið varð sera væl móttikið og filmarnir hava síðani vunnið nógvar altjóða heiðurslønir.
Okkara gestir verða javnan spurd, um tey eru samd við brandinum. Tað eru tey, og millum annað tí verða Føroyar framhaldandi marknaðarførdar sum unspoiled, unexplored and unbelievable.
Endamálið við brandinum er at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland standa sterkari og blíva meira sjónligar. Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” og við einum “un” frammanfyri í lyklaorðum í lýsingartekstum, verður markerað, at Føroyar er nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”. Føroyar eru unikkar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur.
Tá brandið var valt í síni tið, var tað eisini eitt lyfti til komandi ættarlið, um at menna
Føroyar sum ferðamál, so tær blíva við at vera óspiltar.
BRÚK AV BRANDINUM
Tað er Visit Faroe Islands, sum eigur brandið, meðan øll í vinnuni eru boðin at brúka brandið. Brandið skal geva ymisku veitarunum eitt meirvirði og samstundis
rúma teirra egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi. Harafturat eggja vit øllum føroyingum at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftisnæmingar, í teirra digitalu kanalum, og so framvegis. Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Visit Faroe Islands.